Hanna er best!

Føroysku kvinnurnar hava staðið seg sera væl í ársins Nevza-kapping, sum er fyri Norðurlond og Ongland. Tær vóru so nær við at spæla seg í sjálva finaluna, men endaðu til seinast á einum 4. plássi. Tað var ein tóm kensla at koma heim við ongum eftir eina so sterka kapping. Men heilt tómhentir koma flogbóltsleikararnir tó ikki.
Besti hevari av teimum øllum
Tá ið Nevza-kappingin er av, verða bestu leikarar kosnir. Tað eru venjararnir, ið velja, og teir siga, at vit eiga besta hevaran hjá U17 gentum. Hon er Hanna Iansdóttir Biskopstø.
Hanna hevur frá fyrsta degi havt serstakliga góð evni til flogbólt. Hon hevur ment seg til ein framúrskarandi hevara. Skjót, sterk, gott eyga fyri spælinum og ein krútsterkan vinnaravilja. Hon var ársins stjørnuskot og ársins hevari fyrsta árið hon spældi í Meistaradeildini. Tað var í 2018, tá ið Fleyr vann greipuna. Og nú hevur hon lagt Norðurlond undir sínar føtur. Best av teimum bestu.
Til lukku Hanna!