HANNA DALSENNI TAKKAR FYRI SEG

1. februar fer Hanna Dalsenni úr starvi, eftir at hava starvast í Klaksvíkar kommunu í samfull 18 ár.
Seinnapartin í gjár var ein lítil samkoma fyri Honnu Dalsenni, sum gevst í starvinum vegna aldur.
Borgarstjórin, Karl Johansen, og tekniski stjórin, Óla Jákup Bech, høvdu røður og boðið var til lætt ábit.
Hanna hevur nærum øll árini starvast á tekniska økinum, har hon í høvuðsheitinum hevur havt ábyrgd av umhvørvinum og FDS, sum er at leggja til rættis kort og aðrar skrásetingar. Hanna hevur somuleiðis havt ábyrgd av fleiri umhvørvisátøkum, sum kommunan hevur staðið á odda fyri.
Vit takka fyri tíðina og ynskja Honnu blíðan byr framyvir.
Myndir: Klaksvíkar Kommuna
Klaksvíkar Kommuna