HANDILSHØLINI Á BISKUPSTORGI LATIN UPP


Tann var sannur veitsludámur við hornblástri og røðum, tá móttøka var fyri innbodnum í samband við at nýggju, snotiligu handilshølini á biskupstorgi lótu upp fyri fyrstu ferð í dag. Handlarnir høvdu veruliga spíla seg út við vøkrum handilsgluggum, og var tað ein fegin borgarstjóri, sum kundi ynskja handilseigarunum blíðan byr við virkseminum, nú latið var alment upp kl. 14.00 í dag.

Karl Johansen, borgarstjóri, og Osbjørn Jacobsen, arkitektur, hildu røður. Osbjørn hugleiddi m.a. um arbeiðsgongdina við verkætlanini meðan borgarstjórin fegnaðist um, at klaksvíkin hevur fingið eitt miðpunkt, sum bindur eystara og vestara arm saman, og sum vónandi fer at skapa eitt samband og ein natúrligan streym gjøgnum býin.

Vit endurgeva her røðuna, sum borgarstjórin helt:

Góðan dag, øll somul

Enn ein verkætlan komin á mál!

Hetta er ein stórur dagur. Ikki einans hjá tykkum, sum fyri fyrstu ferð sleppa at bjóða viðskiftafólkum inn í tykkara nýggju, snotiligu handilshøli, men eisini fyri allar borgarar í kommununi, sum í longri tíð hava bíða spent eftir hesum degi.

Vit skulu nógv ár aftur í tíðina fyri at finna fyrstu hugskotini um ein miðbý í Klaksvík. Hugskotini hava verið mong, og uttan iva eisini skilagóð, men hugskotið gjørdist fyrst veruligt, tá ið spakin var settur í útbyggingina í miðbýnum í Klaksvík á heysti í 2014.

Tøkini hava verið tung, men hvørja ferð eitt mál hevur verið rokkið – her kann eg nevna íbúðirnar, BankNordik og skoytubreytin, so hava borgarar í býnum trúð uppá, at fyrr ella seinni fáa vit ein miðbý.

19. august 2021 bleiv dagurin, har klaksvíkin fekk ein miðbý.

Hetta er eitt stórt fet, og avgjørt eitt íkast til okkara lokaløkið, sum undir hesum karmum kann skapa trivnað. Bæði hjá teimum sum búgva í Klaksvík, men eisini hjá teimum vitjandi.

Handilslívið, sum longu er so ríkt í býnum, verður í dag víðkað, og tað er sjálvsagt gleðiligt.

Tað er ongin loyna, at eg eri av tí sannføring, at kommunan ikki hevur til uppgávu av at byggja og reka handilshøli.

Men tað merkir ikki, at eg ikki fegnist um, at verkætlanin endiliga er komin á mál.

Eg eri sera errin av stríðsviljanum og stóra arbeiðsavrikinum, sum hevur verið lagt í at fáa hetta liðugt.

Handilseigarar og arbeiðstakarar hava kýtt seg, og hava veruliga lagt seg eftir at fáa eitt gott úrslit. Og tað má eg siga. Her er virkuliga blivið flott og innbjóðandi.

Hjartans tøkk eiga tit fyri tað.

Hóast handilslívið í Klaksvík altíð hevur verið ríkt og spennandi, so havi eg eina trúgv um, at hetta miðpunktið, sum bindur eystara og vestara arm saman, fer at skapa eitt samband og ein natúrligan streym gjøgnum býin.

Tað er sostatt mín vón, at hendan íløgan fer at gagna øllum pørtum, og at økið her í miðbýnum støðugt fer at mennast til eitt livandi umhvørvi.

Góðu tit øll!

Orðafellið sigur “Fram kemur tann, ið hóvliga fer”.

Nú eru vit komin fram, og tað er fantastiskt.

Stóra takk fyri tykkara tolsemi í samband við hesa verkætlanina, sum eg vóni fer at vera til gagns fyri bæði vinnulív, íbúgvar á biskupstorgi, borgarar í býnum og vitjandi. Eisini ein tøkk til umsitingina og Klaksvíkar býráð, sum hava lagt nógva orku í, at fáa hesa verkætlanina at bera á mál.

At enda fari eg at ynskja øllum hjartaliga til lukku við nýggju handilshølunum, og somuleiðis ynskja tykkum blíðan byr við virkseminum í hesum snotiliga bygningi, sum eg vóni verður eitt ríkt og savnandi umhvørvi.

Takk fyri!

Klaksvíkar Kommuna

Please follow and like us: