Hamranes og Breiðanes landa 120.000 pund til Kósina
Hamranes og Breiðanes landa 120.000 pund til Kósina


Klokkan 6:40 komu Hamranes og Breiðanes á Klaksvík. Teir hava partrola sunnanfyri Føroyar.
Teir høvdu 120.000 pund, meginparturin var upsi.
Nakað av veiðuni bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, 11.650 pund, tað mesta var hýsa, 9.200 pund hýsa og restina annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Teir byrjaði túr tann 18. juli og landa júst nú til Kósina.
Sjá myndir og filmsklipp herundir.
SáH
HAMRANES – ( TG 664 ) | KLAKSVÍKAR HAVN | 18-07-2020 | 24-07-2020 | 3.625 |
BREIÐANES – ( TG 665 ) | KLAKSVÍKAR HAVN | 18-07-2020 | 24-07-2020 | 2.200 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: