Hallið ferð væntandi at veksa sera nógv hjá Klaksvíkar Kommunu í 2020

Havi ikki sæð tey nýggjastu tølini hjá Fíggjarmálaráðnum um Kommurnar í Føroyum fyri 2019, men hyggja vit eftir tølunum fyri 2018, so sæst at Klaksvíkar Kommuna hevði eitt hall upp á 13.06 milliónir tá, sjá talvuna herundir.

Nettoskuldin hjá Klaksvíkar Kommunu var í 2018, 93.35 milliónir við ársenda og samanbera vit við Tórshavnar Kommunu, so átti Tórshavnar Kommuna 164.708 milliónir, tískil er tað Klaksvíkar Kommuna tann kommunnan sum skyldar mest í øllum Føroyum, bert Runarvíkar Kommuna hevur meiri nettoskuld og hon er 106.465 milliónir, men hon verður eisini stýrd av einum, sum líkist sera nógv Jógvan Skorheim, sum koyrir bara alt ígjøgnum og ikki taka hædd fyri at alt skal gjaldast aftur.

Í 2019 var hallið hjá Klaksvíkar Kommunu 27.5 milliónir og væntandi verður hallið omanfyri 50 milliónir í 2020, um skeiva gongdin also heldur áfram, sum í teimum undanfarin árunum og nú Korona er komin til landi, so kann hallið gerast uppaftur størri. Vit mugu bara vóna at so verður ikki.

Fiskivinnan og Alivinnan stríðast av øllum alvi, at halda tølini rætta megin strikuna, men tað kann ein ikki siga um næststørstu kommunu í Føroyum, sum oysir pengar út til nýggjar verkætlanir og skuldin bara veksur og veksur.

Vit mugu bara vóna at okkara fiskivinna og alivinna klára at fíggjað forbrúki hjá Jógvan Skorheim og Klaksvíkar Kommunu, tí rokningarnar hópast upp og tær skulu allar gjaldast fyrr ella seinni. Niðanfyri síggja tit FAKTA tølini frá Fíggjarmálaráðnum og eina frágreiðing, klikk link niðast í greinini.

Her frágreiðing um kommunalu roknskapirnir fyri 2018, klikk link her: “Roknskapir 2018”

https://lms.cdn.fo/media/13154/fr%C3%A1grei%C3%B0ing-um-kommunuroknskapir-2018.pdf?s=tsrtiOVT0Is2v1eBPZkTZw3XkxA

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: