Haldi ikki at tali 191 av teimum í sóttarhaldi stemmar?

Vónandi farið eg skeivur, men 191 í sóttarhaldi ljóðar sera lítið í mínum oyrum.

Taka vit flogferðsluna teir síðstu 14. dagarnar, so rokni eg við, at fleiri enn 191 eru komin inn í landi og ganga vit eftir tilráðingini hjá okkara kønu fólkum, so skulu tey øll í sóttarhald í 14 dagar.

Og so hava vit fleiri í Føroyum, sum enn eru smittaði, tey eru í løtuni 48, sum hava Corona smittuna, 184 hava verið smittaði og 136 eru blivin frísk. Hesi hava eisini verið í kontakt við fólk og tey skulu eisini í sóttarhald í 14. dagar, sostatt kann hatta lítla talið uppá 191 í sóttarhaldi ikki stemma.

Vónandi er mín pástandur skeivur, men hvat halda tit?

SáH

Lat okkum halda fast við góðu gongdina:

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author