Hagtøl fyri koppseting í Føroyum

Nú ber til at fylgja við, hvussu nógv eru koppsett fyri koronu í Føroyum. Her á www.corona.fo fara vit at dagføra so hvørt fólk verða koppsett – bæði fyrru og seinnu ferð. Í løtuni hava 2.664 fólk fingið fyrra prikið. Hetta svarar til 5 prosent av fólkatalinum í Føroyum. Myndugleikarnir eru enn ikki farnir undir at koppseta fólk seinnu ferð.

Her sæst eitt yvirlit, hvørjir bólkar verða koppsettir í næstum fyri koronu.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author