H71 fingið 485.915 kr. í hjálparpengum, Team Klaksvík 18.041,59 kr.

Tað felagið í Føroyum sum hevur fingið allermest pengar úr hjálparpakkunum 1 og 2 er H71, tey fingu í hjálparpakka 1 235.915,49 kr. og 250.000,00 kr. úr hjálparpakka 2.

Tað vil siga at í mistum inntøkum hevur H71 mist góða ½ milliónir síðani 12. mars 2020 og taka vit Team Klaksvík til samanlíkningar, so hevur tað felagið mist 18.041,59 kr. í minstum inntøkum? um vit skulu ganga eftir hálparpakkunum.

Hvussu hetta roknistykkir gongur upp veit eg ikki, men eitt felag sum fær góða ½ millión og sum skal kappast vit eitt sum fær 18.041,59 kr. hevur í hvussu so er stórar fyrimunir, hvat halda tit? vælkomin at gera viðmerkingar undir greinini.

Símun á Høvdanum