GUNHILD HEVUR TEKNAÐ JÓLAKORTIÐ HJÁ BORGARSTJÓRANUM


Tað er vakra jólatekningin hjá Gunhild Arge Joensen, sum í ár prýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- Heimatænastu.

Seinastu árini hava børn í fyrsta og øðrum flokki luttikið í eini jólateknikapping, har vinnandi tekningin myndprýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu. Tá ið freistin var farin, vóru nærum 200 tekningar komnar inn, og vinnarin gjørdist 8 ára gamla Gunhild Arge Joensen, sum gongur í 2. b á Skúlatrøð.

Í dag vitjaði Karl Johansen, borgarstjóri og stýrisformaður í NBH, á Skúlatrøð og í Snjallubjallu, har hann handaði Gunhild eina gávu og fyrsta jólakortið. Eisini fóru borgarstjórin og Gunhild á gátt í hinum 2. flokkunum og í Snjallubjallu, har tey bjóðaðu øllum børnunum okkurt søtt.

Klaksvíkar kommuna og Norðoya Bú- og Heimatænasta ynskja Gunhild hjartaliga til lukku, og takka børnunum fyri tær mongu vøkru tekningarnar, sum komu inn.

Fleiri myndir, klikk her, “jólakort Klaksvíkar Kommuna”

Klaksvíkar Kommuna

Please follow and like us: