Gudrun landa 9.000 pund av havtasku

Gudrun er komin aftur frá góðum túri. Teir hava verið úti í eitt døgn og høvdu góð 9.000 pund av havtasku.
Teir hava í morgun landa til NFCS og vóru teir lidnir at landa kl. 11:00 í morgun.
Tá News.fo og Norðoya Portalurin komu á støð, var okkara gamli maður Sjúrður Josephsen á veg í land, eftir at hann hevði landað Gudrun og tað var eftir stigatrappunum við síðuna á Gudrun í stýriborð og tað gekk avbera gott at koma á land aftur. Spurdi hann, um hetta var dagligurin kostur hjá honum, at klitra í land og um hann ikki var ov gamal til slíkt, men tað helt hann yvirhøvur ikki, hatta var einki uppá seg, upplýsast skal at Sjúrður er 81 ella 82 ára gamal.
Sera gott klára, hann segði at hann var noyddir at fara umborð á bátarnar, tí hann skuldi síggja í lastina, tá ið hála var upp og niður.
SáH