Groteskt nationalistiskt missións-møti

Tveir dagar áðrenn Kristi Himmalferðardag hevur verið ein sjáldsama interessantur fundur á Hotel Brandan við tí republikanskt trúgvandi Inga Samuelsen sum kátum ceremonimeistara og eldhugaðum politiskum innpískara.

Fundarfólkið á hesum bønarmøti ella nationalistisku seancu eru sonevndir forfylgdir minnilutar í Europa, sum javnliga hittast til at gremja seg um, hvussu fúl, kynisk og imperialistisk teirra móður- ella grannalond eru.

Teir innbodnu gestirnir eru eitt sera fjøllbroytt lið av europeiskum loysingum, líka frá heilt friðarligum og kultiveraðum minnilutum í Suðurjyllandi og Norðurtýsklandi til rabiatar rørslur í Catalonien, Norður-Írlandi og tí ETA herjaða Baskara-økinum í Spanien.

Sera kuriøst er eisini ein minnilutagonga av russarum í Letlandi umboðað á bønarmøtinum.

Onkur hevur undrast á, at Balkanlondini, sum hava ørgrynni av nationalistum, eru so illa umboðaði á møtinum, men kanska hava tey ikki fingið tey illavorðnu móðurlondini har umleið at stuðla ta nationalistisku pílagrímsferðina til Hoyvíkstjarnar-økið.

Ein ella tveir hálvørir serbarar høvdu annars sett góðan dám á eina slíka konferencu.

Hesir spennandi og vælvápnaðu og -klæddu, men “forfylgdu” bólkar koma javnliga saman ymsa staðni í okkara verðinsparti at dyrka sítt martyrium og tykja synd í sær sjálvum.

Nationalisma og terrorisma tykjast harmonera grúiliga væl at, so sjálvandi eru allir fundarlimirnir sera paranoidir og tora illa at venda nøkrum ryggin ella leska seg frá hvørjumøðrum á Brandan.

Tí verður kroppsmálið hjá teimum flestu eitt sindur fjákut og alt annað enn (for)loysandi.

Teir flestu ganga eftir lið og skimast í allar ættir.

Loysingarmenn eru ikki serliga fríir ella leysir.

Teir ræðast næstan alt og øll.

Man man kompenserar við at hava egna lummafløsku við á Brandan.

Teirra grátifundir eru ikki bíligir, men kortini hugnaligir og ikki sørt undirhaldandi, meðan man fylkist um sína kollektivu masochismu og fortelur søgur um hjartaskerandi kúgingar.

Fundirnir eru sum politisk bønarmøtir, har fólk skiftast um at vitna og vena seg.

Tað er mest um forfylging, kúging, píning, pláging og manglandi (for)loysing..

Eingin teirra sær annars serliga plágaður út!

Tvørturímóti; tey trívast væl við síni pínu og kúging.

Men tað er jú altíð stuttligari og socialt meira stimbrandi at beklaga seg, gráta og jamra í felag um, hvussu illastødd tey eru av harðrent kúgandi móður- ella grannalondum, sum tey kortini við eymum hjarta ofta noyðast at bidda um fíggjarligan stuðul til sínar bønarferðir.

Hesu ferð hava tey so valt at halda sín kollektiva gráti- og illsinnisfund í Havn, beint áðrenn Himmalferðardag.

Ungir Tjóðveldistar saman við tí febrilska Inga S. hava skipað fyri at fáa felagsskapin av stórkúgaðum europearum til Havnar at grenja, so ein serlig jamrinevnd hevur arbeitt leingi saman við “Pubertila tjóðveldið” um tað gigantiska masochismu-projektið

Men slík illastødd, plágaði og kúgaði fólk dáma væl at lata seg síggja í kyniskum “kúgandi” londum, tí boða tey grunnum journalistum frá, so teir kunnu fortelja, hvussu strævið tey hava tað millum snapsirnar,og hvussu forfylgd tey eru.

FØROYSKIR AVLEGGARAR
Bønarmøtið er lýst fyri serliga innbodnum og kann valla vera alment, men somikið er likið út, at Høgni Hoydal skal halda inngangsbønina.

Hon átti at verið á baskiskum, men tað dugir Høgni verri enn føroyskt, so hon verður á íslendskum við írskari accent.

Hon verður simultantolkað á russiskum, serbo-kroatiskum, catalonskum, baskiskum, føroyskum og flamskum.

Annars hevur Puigdemont lært Magni Arge seytjan siðiligar catalonskar glosur og lovað at verið nationalur deknur hjá Høgna, tá ið hann stendur fastur.

Tað er slett ikki uttan týdning, hvussu nationalistar lata seg í.

Teir mest vinstragalnu eru anarkistar og vilja helst ganga so ófantaligir og kloddutir, sum møguligt, men teir meira konservativu nationalistarnir vilja fegin uniformerast í aldargomul nationalpløgg, so her hevur Ingi eitt alvorligt stílistiskt problem.

Kompromis tykist vera funnið við, at Høgni í erva fer í tøvt føroyskt nationalt vaðmals-kot, men heilt avslappaðar smáholutur forvaskaðar neytabrøkur og hvítar kondiskógvar í neðra, meðan Magni komplementert erva-ekviperar seg í kruvda 1968 T-skjúrtu, men føroyskar knæbuksur og danskar spenniskógvar í neðra.

Soleiðis skuldi tann avbjóðandi tekstili stílurin verið reddaður.

Høgni og Magni bjóða serliga balkanmonnum, baltarum og baskarum vælkomnum við Molotov-cocktails, stjørnuskoti og turrum tvøsti

Tað er ikki so strævið.

MEN verri er við terrorismuni – tað halda fleiri fundarfólk vera ein keðiligan og ófestligan óvana.

Tað er annars royndur lutur, at har slíkar loysingar-rørslur hittast, er ofta vandi fyri terror, bardaga og yvirgangi.

Man hevur tí við stórum sorgblídni valt at seta tann atletiska Jørgin við Úlvsá og Róða Hansen, stálsettan loysingarmann úr Viborg sum befamlandi gorillur við dyrnar, so eingin ófriðarkroppur sleppur innum.

Eisini mugu fólk í slíkum kreðsum tíverri kroppskannast fyri vápn, so tann nationali skotin, Tórur Jóansson hevur lovað at káva við dyrnar eftir hondgranatum og kalachnikoffum.

Endiliga er man í terror-cirklum ofta plágaður av giftmorðum, so man hevur noyðst at seta bæði serligar smakkarar og drekkarar í køkinum á Brandan.

Tað er bæði tíðarkrevjandi og dýrt, men hvat ger man ikki fyri loysingina.

Tá ið henda exceptionella stevna er við at enda, roknar man við, at svansandi journalistar fara at fylkjast um ta kvinnuliga baskiska umboðið úr mordaraklubbanum ETA.

Tað er tann kenda frúgvin Lorena Lopez de La Calle.

Henda baskiska kvinna var aktivur limur í ETA longu í 1990unum, tá ið teir nationalistisku baskisku terroristarnir enn drupu í hópatali av sakleysum mótstøðumonnum. Hesir ógvisligu loysingarmenn kidnappaðu spanskar politikarar og myrdu fleiri av teimum.

Vit rokna við, at hon fer at fortelja um, hvussu hon, sum limur í ETA kann vera ein politisk inspiratión og national fyrimynd hjá føroyskum loysingum, serliga MAGNA OG HØGNA.

Hvis hon ikki KANN tað, hví er hon so komin við til Brandan.

Ja, tað tora Sortudíkismenn ikki at kanna ella analysera.

Annars endar tann absurda stevnan við, at Sunnuleivur, landslarmari Rasmussen og Jørgen í Úlvsánni syngja eina nýggja kanon av “Jeg bærer med smil min byrde” á heilt neutralum lappiskum máli, sum eingin forstendur, men fagna við søltum tárum.

So fara Høgni, Magni, Ingi og Tórur Jóanssonur undir leiðslu av Áka Andreasen at dansa flamenco fyri Lorenu Lopez, sum rísnar og fer at yvirfúsa og terrorisera tjóðveldistarnar.

Hon skeldar og baskar teir illa við einum eintaki av “Seyðabrævinum”, sum Áki akkurát hevur forerað henni, tí Lorena hatar flamenco, sum er spanskt, og tað vil ein baskari hvørki hoyra ella síggja.

Eftir hesa beklagiligu løtu, styggir Sunnuleivur, landslarmari øll hini heim við at spæla úr egnum verkum, meðan og Tórur Jóansson, Ingi og Áki Andreasen smoyggja sær snópisliga út í mei-náttina undan tí rasandi óðu Lorenu Lopez.

Føroyar og ikki minst Brandan eru eitt eldorado fyri ekstremar rørslur, politiska fanatismu og obscura sektarismu.

Men mei-náttin er mild, sjálvt fyri ein terrorhugaðan nationalistiskan loysing.

Virgar T. Dalsgaard

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: