Grótbrotið á Bumshamri skjótt fult


Nú eg eri uppstillaður til Býráðsvalið tann 10. november, so havi eg verið og hugt eftir okkara kæra býi.
Týsdagin tann 13. oktober var eg og vitjaði trý støð, gamla Buckwald, nýggja Buckwald og neystini norðuri í Strond.
Var eitt sindur í sjokk, hvussu lítið skil tað var í gamla Buckwald ella rættari sagt á Grótbrotinum. Har hevði ein fortalt mær, at ein gravmaskina hevði staðið still í vikuvís og har bleiv als ikki tikið frá, tá ið teir vippaðu mold í Grótbrotið.
Eg gjørdi ikki mætari og fór á staðið og har var sjón fyri søgn, ongin var í gravmaskinuni og hon var næstan undirgrivin av mold, sjá mynd omanfyri.
Eisini sá vegurin ræðuligur út, har mold og eyrur rann oman brekkurnar, sjá filmsklipp og myndir herundir. Stakkals fólk sum búgva á Bumshamri og har á leið, har má vera ræðuligt at búgva, bæði viðvíkjandi larmi, mold og støv, har hundratals lastbilar ígjøgnum hesu seinastu árini hava koyrt framvið fulllessaðir av mold og nakað skitið hevur verið og har allur lorturin er komin á húsini og bilarnar. Rokni heldur ikki við at tit hava havt møguleikan at turka klæðir uttandura, tí har hevur verið nakað nógv støv og lortur frá lastbilinum og tað hevur sjálvandi komi á klæðini.
Tað mest ræðandi var týsdagin var, tá ið ein lastbilur bjóðaði mær við til uppkoyringina norðanfyri. Hann ávaraði meg áðrenn, at vit kanska ikki sloppi uppá við lastibilinum og vildu illa til, so kundi vit fara á glið og so mátti man halda sær fast. Vit høvdu tóma last og so setti hann ferð á lastbilin og tá ið vit vóru komin næstan upp, so spolaði lastbilurin og vit fóru á glið omaneftir, men tíbetur hevði lastbilssjáførurin roynt hetta áður og vit fóru ikki útav, sjá myndina herundir av sporinum av lastbilinum. Lukkutíð komi vit oman aftur og mítt blóðtrýst var í topp, hatta er ikki fyri sartar sálir.
Handan trupuleikan við at sleppa av við moldina í Klaksvík fer at vera uppaftur størri í 2021, tí til jólar, so siga menn, at Grótbrotið er fult og so má finnast eitt annað stað at sleppa av við avgresturin og sleppur man ikki av við avgresturin, so steðgar allur útgrevstur upp í Klaksvík og tað kann fáa óbøtaligan skaða fyri Klaksvíkar Kommunu.
Hvat sigur samgongan í Klaksvíkar Býráð til hendan trupuleikan og hava tit eina loysn á málinum?
Símun á Høvdanum
