Grønanes landaði 74.400 pund til Kósina

Grønanes, sum hevur trola við Føroyar landaði 74.400 pund til Kósina í dag.

Teir fóru túr tann 28. februar og hava sostatt verið úti í 10 dagar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var tað mesta var upsi, 45.600 pund, toskur 26.400 pund og longa 2.400 pund.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author