Seinnapartin í dag varð grabbin settur í arbeiðið at víðka stadionøkið á Djúpumýru. Arbeiðið, sum nú fer ígongd, fevnir m.a. um at útbyggja sitiplássini upp til 1.500 pláss, umframt at fleiri wc og fleiri handikap vinarlig pláss verða útvegað.

Loyvið, at nýta Djúpimýru til altjóða dystir, er eisini treytað av, at verkætlanin við hornaskýlinum verður framd.

Arbeiðið merkir, at ferðslan eftir J. Waagsteinsgøtu til Svimjihøllina verður tarnað nakað. Heitt verður á bilførarar og fólk til gongu at vísa varsemi.

Tað er eisini júst í dag, at Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur 119 ára stovningardag, og í kvøld hevur KÍ ein týðandi dyst ímóti FC Sherrif úr Moldova.

Klaksvíkar kommuna ynskir KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag tillukku við degnum og góða eydnu í kvøld 💙

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author