Leita hevði verið í góðar 10 tímar og tað gav onki úrlslit. Eisini bleiv lýst í fjølmiðlunum, um nakar persónur var saknaður og tað var tað ikki og tískil endaði leitingin umleið kl. 21-22 í gjárskvøldið.
Nú er so brennandi spurningurin, hví bilurin bleiv koyrdir á sjógv og sannlík er, at tað er onkur við vilja, sum hevur koyrt hann á sjógv og har kunnu tveir spurningar stinga seg upp, um onkur bara hevði stjólið bilin og koyrt hann á sjógv ella at onkur við vilja hevur koyrt hann á sjógv.
Frættist at Politi kannar málið, so vónandi fáa teir loyst gátuna.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: