Gott lutakast fyri Føroyar til HM-undankappingina 2022

Klokkan 17:50 kom kúlan upp við Føroyum og vit vóru heppin, tí vit endaðu í bólki F og har vóru Danmark, Eysturríki, Skotland, Israel og Moldova.

Tað kundi verið nógv verri, tí endaðu vit í bólki H, so høvdu vit fingið 4 eysturlendsk lið og so hevði tað verið ein fíggjaligur smeitur fyri Fótbóltssamband Føroya, H-bólkurin er hesin, Croatia, Slovakia, Rusland, Slovenia, Cyprus og Malta.

Spennandi verður at møta Danmark aftur og so Eysturríki, sum vit vunnu 1-0 í minniliga dystinum í Landskrona á sinnið.

Samanumtikið eitt gott lutakast fyri Føroyar til HM-undakappingina 2022.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author