Gongur spakuliga við umvælingini av Bollafabrikkini

default

Bollafabrikkin, mynd tikin tann 09. oktober 2021

Eftir ætlan skal øll umvælingin vera liðug síðst í november í ár, so nú eru góðir 1½ mánaður eftir, spennandi verður at síggja um tíðarætlanin fer at halda.

Her er avtalan við Malltek og Klaksvíkar Kommuna.
Arbeiðið, sum nú fer ígongd, er at skifta tak, klædning, vindeygu og hurðar. Harvið verður bygningurin settur í uppruna stand og snið. Bygningurin, sum er bygdur í fleiri stigum, har elsti parturin varð bygdur í 1930’unum, er á varðveitingarlistanum hjá kommununi. Kostnaðurin fyri arbeiði, sum nú fer ígognd, er líka undir 3 mió. Eftir ætlan skal arbeiði verða liðugt síðst í november.

SáH

KLAKSVÍKAR HERMETIK VERÐUR NÚ DAGFØRT

KLAKKSVÍKAR HERMETIKK (BOLLAFABRIKKIN) SETAST Í UPPRUNALIGAN STAND

Myndir: Bollafabrikkin er ein stór skomm fyri Klaksvík

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: