Gongur seint við koppsetingini móti Covid 19 í Føroyum

Tað gongur sera seint við koppsetingini móti Covid 19 í Føroyum, vit hava bara koppsett 5.5 prosent av føroyingum og bert 249 fólk í gjár.

Heilsumálaráðið hevur avgjørt at leggja seg undir Danska Heilsuverkið og tað gerð at vit hálta aftaná fleiri lond við at koppseta móti Covid 19.

Vit hava heimsmet í at testa fólk, men at koppseta kunnu vit ikki reypa okkum nógv av higartil. Her er Ísrael klárt á odda og tey hava koppsett higartil 39.6 prosent av fólkunum, sjálvt USA er betri enn Føroyar, har vit bara hoyra vánalig tíðindir frá, har eru 5.8 koppsett, Bretland 9.3 prosent, Seychellirnar 13.4 prosent, Emiratini 24.5 prosent og so Føroyar 5.5 prosent.

Mín meining er at vit skulu royna sum sjálvstøðugt land at keypa okkara vaksinu sjálvi og so koppsett øll innan sera stutta tíð. 106.000 vaksinur eru ikki tað stóra í stóra spælinum, men tað hevur sera stóra týdning fyri Føroyar og so høvdu vit sloppi frá at testa øll fólkini sum eru koppsett móti Covid 19 og tað hevði spart Føroyum við fleiri milliónum.

SáH

Her tiðindaskriv frá Heilsumálaráðnum:

249 fólk koppsett í gjár

Í gjár vórðu 249 fólk koppsett. Tilsamans eru nú 2912 føroyingar koppsettir fyri koronu.

Nýggj sending við koppingarevni kom til Føroya hósdagin, og í gjár varð koppsetingin so tikin uppaftur.

Tað varð koppsett á Sandoynni, í Havn og í Klaksvík. Tað vóru fyrst og fremst búfólk, ið vórðu koppsett, men eisini nøkur røktarstarvsfólk og fólk í serligum vandabólkum.

Umleið 5,5 prosent av øllum føroyingum eru nú koppsett.

Heilsumálaráðið

Joe Biden heitir á fólk, um at bera munnbind:

Please follow and like us: