Gongur ikki serliga væl hjá Livar Nysted og manning í løtuni

Tað gongur ikki serliga væl hjá Livar og manning í løtuni. Ferðin er lítil og teir royna ymiskt fyri at náa málinum. Teir hava stórar trupuleikar við bátinum, teir hava onki róðrur og bakka teir fyri at koma framm. Livar Nysted hevur skrivað á sín Facebook vanga fyri 7 tímum síðani og hevur hann hesa forkláring, les niðanfyri.

Stutt aftaná,at eg hevði róst roðrinum fyri sína styrki, brotnaði tað. Hasin hávurin hevði gjørt størri skaða enn vit hildu.

Aftaná at vit vóru komnir inn um 900 fjóðringar, vildi báturin ikki styra meir. Ein av manningini fór undir bátin, at vita hvussu var vorði, og sá beinanvegin, at har var heilt galið. Róðrið hekk bara í eini glasfibur slintri og var næstan heilt leyst av bátinum. Vit tóku róðri inn í bátin, og sóu, at ródurstamman var avbrotin, hasin hávurin hevur veruliga gjørt um seg undir bátinum.

Eg havi fyrr verið í tí støðu, at mist róðrið, mitt úti á Atlanshavinum. Tá endaði tað so eisini við, at vit mistu bátin. Eg havi mangan hugsað síðan tá, at vit kundu heilt sikkurt gjørt eitt ella annað, so vit kundu bjárga bátinun, og eg havi eisini lova mær sjálvum, at kom eg í somu støðu aftur, so skuldi eg gera alt fyri at bjarga bátinum.
Nú eri eg so í somu støðu.

Tann stóra kabinan framman, hevur sera stóra ávirkan á, hvussu báturin uppførir seg, og er einki ródur á bátinum, fer gronin altíð upp í vindin. Tað er faktist vónleyst at rógva bátin uttan róður. Vit funnu so uppá at bakka bátin, tvs vit vendu um uppá alt á dekkinum og nú er reyvendin á bátinum gronin 🙂 Ja tað ljóðar løgið, men tað er einasti máti at fáa ferð á bátin.

Uttan róður, so kunnu tit ætla, at tað var lítið skil á kósini. Vit fóru sum ein fullur maður, zig zag eftir sjónum, og fyri hvørjar 4 fjóðringar vit róðu, komu vit 1 fjóðring nærri landi, so hettar kom heldur ikki at ganga í longdini. Hettar kom at taka so langa tíð, at vit komu ikki at hava nokk av máti til ein so langan túr.
Nú mátti okkurt gerast í gjørdi mun, ella vóru vit noyddur at fáa hjálp.

Tað var við tungum hjarta, at vit gjørdu okkum eitt lítið segl úr einum soviposa og brúktu 2 árar sum manstrar. So nú sigla vit ístaðin fyri at rógva. Báturin siglir ikki serliga væl, men tað er nú heldur ikki løgi, tí vit bakka, men vit ganga ímóti landi. Ferðin er uml 2 knob. Vit stýra bátinum við 2 árum har frammi, sum nú er reyvendin á bátinum. Tað er sera tungt at stýra bátinum, so róðurtørnini eru bara 30 min á gangin. Tað var ikki møguligt at rógva og samstundis stýra bátinun við árum, vegna plásstrot á dekkinum.

Tit kunnu íminda tykkum, at tit eru umborð á einum báti, í einki róður hevur. Tit eru 900 fjóðringar frá málinum,ið er sami teinur, ið Ove Joensen róði í 1986, og mál linjan er bara 50 metrar breið. Åja, eg mundi gloymt at siga, at báturin eisini vendir forkert 🙂 Eg veit ikki um vit raka máli, men vit royna.
Ein segði einaferð. “Er tað trubult, so tekur tað tíð, er tað ómøguligt, tekur tað bara longri tíð”

Vit royna eisini at spara uppá matin, og teir seinastu 3 dagarnar, hava vit eti eina rúgvu av flúgvifiski. Seinastu nátt komu 40-50 stórir flúgvifiskar á dekki, teir hava vit so kóka í dag 🙂

Annars hava vit tað gott og lagi á monnum er eisini gott.
Vedurmaðurin hjá okkum hevur sagt, at vit skulu roknað við nógvum regni og nógvari toru í 2-3 dagar, so tað verur sikkurt ófantaligt hesar komandi dagarnar.

Vit eru nú 650 fjóðringar frá landi, so tað gongur rætta vegin 🙂
Nú mugu tit øll hava tað so gott.

Vit á News.fo og Norðoya Portalinum ynskja Livar Nysted og manning alt tað besta og góðan byr restina av túrinum.

SáH

Kelda: Livar Nysted á Facebook tann 15.04.2020

Please follow and like us:

One thought on “Gongur ikki serliga væl hjá Livar Nysted og manning í løtuni

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.