Gongur framá á Stongunum


Umvælingin av Klaksvíkar Hermetik fór í gongd í heyst. Orsaka av eitt nú sera vánaligum veðrið í vetur, hevur arbeiðið drigið nakað út. Nú er ferð komin á arbeiðið og roknað verður við, at umvælingin verður liðug áðrenn páskir. Við verður hesin gamli, søguligi bygningur varðveittur.

Arbeiðið, at klæða bygningin, er komið væl áleiðis. So skjótt sum veðrið verður betri, verður farið undir at bjálva og leggja tak á bygningin. Harumframt eru øll vindeygu og allar hurðar skiftar.

Við hesum verður bygningurin settur í uppruna stand og snið. Bygningurin, sum er bygdur í fleiri stigum, har elsti parturin varð bygdur í 1930’unum, er á varðveitingarlistanum hjá kommununi. Kostnaðurin fyri arbeiðið er líka omanfyri 3 mió.

Klaksvíkar Kommmuna

Lýsingarprísir, klikk bannara omanfyri

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: