GONGUBREYTIRNAR NIÐAN HORN ERU LIDNAR


Arbeiðið við at gera gongubreytirnar Niðan horn tryggar og snøggar er loksins liðugt.

Arbeiðið við at tryggja umstøðurnar Niðan horn hevur verið leingi ávegis, men í dag legði Plan Asfalt seinastu hond á arbeiðið við at asfaltera gongubreytirnar Niðan horn og niðara síðu á Rættargøtu.

Eftir er síðan at asfaltera vegin. Hetta arbeiðið fer i gongd, tá ið asfalteringsarbeiði á Stangavegnum er liðugt. Um veðrið er til vildar, so væntast hetta at fara í gongd hósdagin 25. november 2021 og eftir tað verður farið Niðan Horn at asfaltera. HJ Asfalt stendur fyri hesum arbeiðinum.

Arbeiðið er liður í ætlanini at byggja nýggjar býlingar á Fossum, og í tí sambandi hevur tað verið mett neyðugt fyrst at fáa trygdina í ordan Niðan Horn.

Harumframt hevur kommunan gjørt ein grótgarð, sum stuðlar undir síðuvegnum, sum er atkomuvegur Niðan horn 20-28. Hetta fríðkar somuleiðis um økið og ger kringumstøðurnar betri.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: