Gongdin í 2021 betri enn væntað


Roknskapurin hjá BankNordik fyri ársins fyrstu 9 mánaðir ber boð um, at føroyskar fyritøkur og húsarhald eru væl fyri. Grundraksturin hjá bankanum er betraður, og útlitini fyri restina av árinum eru góð.

”Árið hevur higartil roynst betur enn upprunaliga væntað. Arbeiðsloysið er lágt, eftirspurningurin eftir bústaðarfígging er stórur, og bæði vinna og privat húsarhald eru sum heild væl fyri. Í juli byrjaðu vit at bjóða viðskiftafólkunum eina samansparingarkontu uttan negativa rentu, og vit síggja, at alsamt fleiri velja at gagnnýta tann møguleikan,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Vaksandi áhugi fyri at seta búgv uttan fyri høvuðsstaðin
Nógv virksemi var á bústaðarmarknaðinum ársins fyrstu 9 mánaðir, og bankin veitti fígging til keyp, nýbygging og umvæling um alt landið. Áhugin fyri at seta búgv aðrastaðni enn í høvuðsstaðarøkinum er vaksandi, og størsti vøksturin í miðalprísum fyri sethús er uttan fyri Tórshavn. Søguliga hava føroyingar fíggjað bústaðin við bankaláni, men seinastu árini eru viðskiftafólkini í størri mun farin at velja eina samanseting av realkredittláni og vanligum bankaláni. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør er vøksturin í realkredittlánum 14%.

Í 2025 skal beinleiðis CO2-útlátið vera 0
Fyrr í ár fór bankin undir at veita eitt grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari at taka lán til sethús og íbúðir, ið verða hitað við varandi orku sum t.d. hitapumpu ella fjarhita. Higartil eru bústaðir fyri uml. 190 mió. kr. fíggjaðir við grøna bústaðarláninum.

”Sum eitt sterkt fíggjarsamtak hava vit bæði ábyrgd og møguleika at stuðla undir grøna orkuskiftið, og tí leggja vit dent á at bjóða lán, ið gera tað bíligari hjá kundunum at velja umhvørvisvinarligar loysnir til eitt nú bústað og bil. Harumframt eru vit tilvitað um, at okkara egna virksemi eisini skal taka atlit til umhvørvið. Í tí sambandi hava vit broytt upprunaliga málið um at minka okkara CO2-útlát við 50% í 2025 og arbeiða í staðin
fram ímóti at minka tað við 70% og fáa beinleiðis útlátið niður á 0,” sigur Árni Ellefsen.

Roknskapurin í stuttum
– Úrslitið fyri skatt gjørdist 246 mió. kr., harav 90 mió. kr. stava frá søluni av danska virkseminum
– Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 127 mió. kr. samanborið við 110 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør
– Niðurskrivingar vórðu afturførdar fyri 36 mió. kr. samanborið við 5 mió. kr. í niðurskrivingum sama tíðarskeið í fjør
– Rakstrarúrslitið gjørdist 163 mió. kr. samanborið við 106 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør
– Bankin hevði 7,6 mia. kr. í útlánum samanborið við 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið í fjør
– Innlán bankans lækkaðu úr 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið í fjør til 7,4 mia. kr.
– Solvensurin hækkaði úr 24,9% sama tíðarskeið í fjør til 31,7%
– Bankin væntar, at nettoúrslitið fyri 2021 verður millum 230 og 250 mió. kr.

Bank Nordik