Góður matur, Sólorka og dialysa

Nú kunnu dialysusjúklingar ferðast við Sólorku til Spanien

Nýrafelagið skipar fyri hugnaløtu, har fortalt verður um dialysumøguleikarnir, tá ferðast verður við Sólorku. Umboð frá Sólorku eru við og Sigrið Mikkjalsdóttir greiðir frá sínum dialysutúri við Sólorku.

Eisini verður nýggja kókibókin hjá danska nýrafelagnum – Spis Godt – víst fram, og borðreitt verður við smakkiroyndum úr bókini. Limir í Nýrafelagnum fáa eina bók heim við.

Jens Marni Hansen kemur at syngja nøkur løg.

Tiltakið verður í bókasavninum við Løkin sunnudagin 15. januar 2023 kl 16-19.

Nýggir limir kunnu tekna seg á fundinum. Vit vóna at síggja nógv fólk til eina góða hugnaløtu.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Nýrafelagið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: