Góðkenning til útfylling til ídnaðarøki á Borðoyarvík

Umhvørvisgóðkenningin fevnir um ætlanina hjá Klaksvíkar kommuna at gera eitt ídnaðarøki suður frá bátahylinum á Borðoyarvík. Arbeiðið fevnir um at gera eitt øki byggibúgvið við at spreingja niðan í lendið, og at brúka ein part av grótinum til at breiðka øki við at fylla grót út á sjógv, í mesta lagi 36 metur út frá landi í sjóvarmálanum.

Klaksvíkar kommuna er varug við, at nakað av plasti er uppi í grótinum, men hevur ikki gjørt nakra meting av, hvussu nógv. Kommunan ætlar at leggja flotverju út til tess at fora fyri, at plast frá grótinum rekur burtur frá fyllingini.

Búlendislýsing er gjørd av botninum, sum verður lagdur undir grót. Fjølbroytnið var stórt, men eingi sjáldsom ella hótt dýr vórðu staðfest. Mett varð, at rekreativa virðið er sera avmarkað.

Í málsviðgerðini er dentur lagdur á, at Klaksvíkar kommuna leggur virksemið til rættis soleiðis, at umhvørvið verður ávirkað minst møguligt, at avmarka útlát av plasti so nógv sum gjørligt, at avmarka ampar av óljóði og ristingum so nógv sum gjørligt og at avmarka útlát av dálkandi evnum, evju og dusti.

Henda góðkenning er gjørt við heimild í §§28 og 29 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd.

Góðkenningina finnur tú her
Almennu lýsingina um umhvørvisgóðkenningina finnur tú her. Har finnur tú eisini kæruvegleiðingina.

Kelda: Umhvørvisstovan

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.