Góði Sjúrður, sást tú Dag & Viku?

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fanst at undirritaða fyri nøkrum vikum síðani, tí fólkaflokkurin hevur eina loysn uppá, hvussu vit kunnu nútímansgera fiskiflotan, so at vit fáa ein grønari flota og einar grønari Føroyar.
Ístaðin fyri at viðgera uppskotið, legði Sjúrður Skaale eftir mær persónliga. Tað er serstakliga óheppið, tí hetta er eitt mál, ið allir flokkar áttu at tikið undir við.
Men læt tað fara.
Í Degi & Viku í kvøld var eitt longri innslag um norsku strandferðsluna, sum hevur gjørt stórar íløgur í grønar fergur. Í sama innslagi varð eisini víst á eina norska fyritøka, sum ætlar at byggja eitt umhvørvisvinarligt bingjuskip, ið ikki bara sparir útlát, men sum svarar til at taka 40.000 trailarar av vegunum.
Sama er galdandi við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum.
Sambært Umhvørvisstovuni stendur fiskiflotin fyri 42% av útlátinum. Bilar 10%. Húsarhald 11%.
Reiðaríiir, ið gera íløgur í nýggj skip, rinda ikki tilfeingisgjald, fyrr enn skipið er afturrindað. Tað er so sára einfalt.
Hanus Samró
Fólkaflokkurin
https://www.facebook.com/Folkaflokkurin/videos/1622076817938752/