Góð undirtøka fyri Støkk inn til koppseting

default

Fyrsta royndin at veita borgarum møguleika fyri Støkk inn til koppseting var leygardagin á Landssjúkrahúsinum. Í ein tíma bar til at leggja leiðina framvið koppsetingarstaðnum á Eirargarði og standa í kø til koppseting uttan at hava bílagt sær tíð frammanundan. Á Landssjúkrahúsinum vóru vit spent, um fólk fóru at taka ímóti tilboðnum, og tá avtornaði vísti tað seg, at áleið 85 fólk møttu tann tíman Støkk inn møguleikin vardi.
Í gjár 19. juli veittu øll trý sjúkrahúsini borgarum møguleika fyri Støkk inn í ein tíma.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi møttu 136 borgarar, á Suðuroyrar Sjúkrahúsi vóru tey 33, og á Landssjúkrahúsinum vóru 140 fólk, sum brúktu møguleikan at koppseta seg uttan bílegging.
Summi fingu fyrsta prikið, meðan onnur høvdu valt at fáa seinna prikið, heldur enn at bíða eftir innkalling.
Tað skulu altíð ganga 21 dagar frá fyrra prikinum til seinna prikið.
Sostatt vóru tað 394 fólk, sum nýttu Støkk inn í teir tilsamans 4 tímarnar, ið Sjúkrahúsverkið veitti hendan møguleikan. Tað eru knapt 100 fólk pr. tíma.
Av tí at undirtøkan var so góð, verður væntandi lýst við Støkk inn møguleika aftur seinni.
Kunngerðin um ókeypis koppseting loyvir í løtuni borgarum í aldrinum 16 ár og eldri at vera koppsett.
Klaksvíkar Sjúkrahús