Góð tíðindir til diabetikarnar í Føroyum

Eg havi í kvøld eina góða søgu til allar føroyskar diabetikarar um løgtingið tekur undir við mínum uppskoti, ein raðfesting uppá 121 mió kr😊👍
Nú er lógaruppskotið lagt fyri Løgtingið, sum skal heimila landsstýrismanninum í heilsumálum at taka ímóti pengunum frá Novo Nordisk Fonden.
Ætlanin er, at nevndin fyri Novo Nordisk Fonden á nevndarfundi í september fer at taka støðu til samstarvið og góðkenna játtanina, so farast kann undir Steno Miðstøðina frá 1. januar 2023.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um tilgongdina higartil og væntar sær nógv av nýggju avtaluni.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: