– Góð tíðindi úr Sandoynni

Tað var gleðiligt at hoyra at virkið í Skopun við nýggjum eigarum, er farið í gongd aftur. Tað er gott fyri okkum øll, ikki minst fyri sandoyingar, sum nú hava fingið arbeiðið aftur.

At Jónleif Johannesen eisini er glaður um at privatur kapitalur kann skapa arbeiði til nógvar hendur á Sandoynni, gleðist eg yvir.

At Jónleif eisini heldur at politiski myndugleikin (sum hann er sjálvur partur av), ikki skal leggja fótonglar fyri einum flakavirki sum tað í Skopun, ja, tað gleðir meg eisini.

Men sami Jónleif Johannesen var við til at samtykkja eina lóg, sum legði fótonglar fyri ætlaðu útbyggingina av Kósavirkinum í Klaksvík.

Ein stendur undrandi at síggja Jónleif Johannesen skriva um, ikki at leggja fótonglar fyri flakavirki í Skopun og sami maður himpraðist ikki við at leggja fótonglar fyri ætlaðu útbyggingunum á Kósavirkinum.

Vit eiga at skapa tryggar og góða karmar fyri alt okkara vinnulív.

Jákup Mikkelsen, tingmaður Fólkaflokksins

Please follow and like us:

One thought on “– Góð tíðindi úr Sandoynni

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.