Góð ráð til Visit Faroe Islands

Orsøkin til, at tit á VFI uppliva at nøkur fá útlendsk ferðafólk gerast vónsvikin av, at tey ikki sleppa at ganga alla staðni har sum tey vilja, er ógvuliga einføld: Tit hava sjálvi fyrigyklað teimum, at tey kundu ganga og mala akkurát sum tey vilja. Og hetta hava tit gjørt, hóast tey ikki hava loyvi til tað.

Heldur enn at selja tykkara egna ímyndaða reklamuveruleika, so kundu tit bara selt veruleikan.

Tað hevði ikki bara verið rættari, tað vildi eisini verið lættari.

Og veruleikin sum tit áttu at “selt” er, at Føroyar eru eitt oyggjaland har sambandið við náttúruna, og burðardygga gagnnýtslan av náttúruni, altíð hevur verið ein samanrunnin partur av okkara mentan.

Og er hetta veruleikin, tá gevur tað væl seg sjálvt, at tit ikki kunnu strika landbúnaðin og náttúruverndina burturúr “brandingini” um endamálið er at selja Føroyar sum “the real deal”?

Vil Visit Faroe Islands tryggja atgongd til tann hagan, sum tit selja Føroyar uppá, so er eingin vegur uttanum eitt virðiligt samskifti og samstarv við okkum sum varða av høgunum.

So kann Visit Faroe Islands skelda og “spinna” og “branda” so galið tit vilja. Men hava tit fyrst brent brúnna til okkum sum varða av høgunum, so verður tað ikki serliga lætt hjá tykkum at selja Føroyar sum ferðamannaland framyvir.

Tí mátti tað eisini verið ólíka lættari, at arbeitt saman við okkum, heldur enn ímóti okkum.

Og hetta fer Løgtingið sjálvandi eisini at taka til eftirtektar, í samband við fíggjarlógarviðgerðina í morgin.

Føroya Óðalsfelag