Gjógvarenni hevði 2.100 pund í dag

Gjógvarenni kom aftur klokkan 08:23 í morgun. Gjórgvarenni hevur roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu tey 2.120 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 1.240 pund toskur, 820 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Við Gjógvarenni eru tvey fólk, Jóannes Mikkelsen og konan. Gott lag var á Jóannes í morgun, spurdi hvar konan var og svaraði hann, at hon svav ein uppibornan svøvn.
Landa bleiv til NFCS klokkan 08.30 í morgun.
Her myndir tiknar í morgun tann 14.08.2020.
SáH
GJÓGVARENNI – ( KG 333 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 14-08-2020 | 14-08-2020 | 1.060 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: