Sum borgari í Klaksvíkar Kommunu, so er tað ofta trupult at fylgja við teimum ymsu verkætlanum, ið eru í gongd. Bæði smærri og størri.

Mangan havi eg undrast á, at okkurt arbeiðiđ brádliga fer í gongd, meðan onnur arbeiðir standa í hálvum gekki. Alt meðan skuldin tykist at veksa fyri hvørt ár, og hevur mann, sum borgari, trupult við at skilja, hví vit noyðast at brúka meira, enn vit fáa inn.

Listin av verkætlanum, ið tørva ábøtur, er langur. Summar halda uppat í styttri ella longri tíðarskeið, og kunnu orsøkir vera nógvar. Vantandi tilfar, manglandi fígging ella okkurt heilt annað, men sum oftast veit borgarin ikki hví. Hetta førir so bara til gitingar. Tí er tørvur á størri gjøgnumskygni fyri borgaran, hvussu tær skattafíggjaðu verkætlanirnar verða framdar!

Mítt uppskot er, at vit skulu hava ein lista yvir tær verkætlanir, ið eru í gongd, har tað sæst hvør raðfestingin og tíðarætlanin er, og eisini hvussu gongdin er. Er tað soleiðis, at eitt arbeið er steðgað upp, so mugu vit vera opin um orsøkina, og greiða frá, hví hetta arbeið er steðgað. Eisini fær borgarin innlit í gongdina í verkætlanum, ið eru í teirra grannalagi, ella av teirra áhuga.

Eg haldi, at tíðin er búgvin til, at ein tílíkur portalur, har eisini fyrispurningar kunnu sendast inn, verður opnaður á heimasíðuni hjá kommununi. Hann skal geva borgarnum størri innlit í, hvussu inntøkurnar hjá kommununi verða handfarnar. Hetta fyri at tryggja gjøgnumskygni til borgaran.

Bárður Johnsson Heinesen

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: