Gittarhetja spælir í Føroyum

Gittarúrmælingurin Casper Esmann hevur tvær konsertir í Føroyum um vikuskiftið

Heimskendi danski gittarspælarin Casper Esmann vitjar í Føroyum um vikuskiftið.

26 ára gamli Casper Esmann er úrmælingur at spæla fingraspæl á akustiska gittar. Fingrarnir ferðast hugtakandi eftir gittarstreingjunum, og burtur úr kemur ljómandi tónleikur, sum fangar oyru og sinn.

Casper Esmann byrjaði sum 14 ára gamal at spæla gittar, og hann var so íðin at venja og læra, at fá ár seinni var hann sum tikin úr leikum. Stóra fyrimyndin er Tommy Emmanuel, sum eisini skapti áhugan fyri gittarspæli.

Casper Esmann hevur seinastu árini havt nógvar konsertir og eisini givið tónleik út – fimta útgávan »Fingerstyle Arrangement« kom herfyri. Í fjør luttók Capser Esmann í gittarkappingini »Guitarist of the Year«, sum er eitt slag av heimsmeistaraheiti innan hesa serligu gittarsjangru, og hann varð nummar tvey í kappingini.

Hetta vikuskiftið hevur Casper Esmann tvær konsertir í Føroyum. Fríggjakvøldið 6. september spælir hann í Blábar í Havn, og leygarkvøldið 7. september spælir hann í Jacqson í Klaksvík. Báðar konsertirnar verða kl. 21.00.

Avmarkað atgongd er til konsertirnar, og atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni atgongumerki.fo

Please follow and like us:

2 thoughts on “Gittarhetja spælir í Føroyum

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.