Gerandisdagurin á almannaøkinum gerst meira vanligur aftur

Øll í Føroyum hava verið rakt av koronasmittuni. Men nøkur eru harðari rakt enn onnur – eisini hóast tey ikki hava verið smittað.

Tað vísti Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, á undir tíðindafundinum fyrrapartin, nú meira ferð verður sett á almannaøkið.

Øll hesi fólkini hava sanniliga offrað nógv. Tað eru fleiri borgarar, sum hava brúk fyri hjálp til at fáa gerandisdagin at ganga, sum ikki hava fingið hesa hjálpina seinastu tíðina. Tað eru fleiri fólk, sum fáa bútilboð frá Almannaverkinum og kommununum, sum hesa seinastu tíðina hava livað uttan stórvegis samband við familjuna og síni nærmastu,

greiddi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnan í almannamálum frá.

Í Føroyum hava vit megnað at avmarka smittuna so mikið væl, at farið verður nú undir at lata Føroyar upp aftur undir tryggum og skipaðum viðurskiftum. Higartil hevur eydnast at halda smittuna uttanfyri tilboðini hjá Almannaverkinum og eldraøkinum.

Eg eri sera fegin um, at vit nú fara undir at bjóða teimum fólkum, sum seinastu tíðina hava mist tilboð og tænastur, ein meira vanligan gerandisdag aftur. Tað munar væl, at fólk, sum fáa bútilboð frá Almannaverkinum og fólk á eldrasambýlum og røktarheimum kring landið – aftur fáa møguleikan at vera saman við sínum kæru,

heldur Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Almannamálaráðið

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.