Gastronomhjálparnir á Tekniska skúlanum í Klaksvík fingu prógvini handaði

Í morgun fingu Gastronomhjálparin á Tekniska skúlanum í Klaksvík prógv.

Stjórin Rúni Heinesen helt røðu og handaði hann eisini prógvini til næmingarnar á matvørudeildini í Tekniska skúlanum í Klaksvík.

Hann helt at øll høvdu verið sera røsk, tá skeiðið byrjaði vóru omanfyri 20 næmingar og nú eru 11 eftir, onkur av næmingunum eru byrjaðu í læru sum kokkar, onkur var givin, onkur fingið arbeiðið og onkur kláraði ikki skúlin og ein fær prógvi hjá sær, tá ið hann hevur verið í starvsvenjing í 4 vikuar afturat og prógvi hjá honum bíðar her í skúlanu, er hann nevndur so er hann kendur. Eisini takkaði hann lærarum fyri gott arbeiðið og gott tol.

Eg vil ynskja øllum hjartaliga tillukku og takka fyri eitt super gott ár, eg skal nokk koma eftir prógvinum seinni í 2021.

Her nakrar myndir tiknar í morgun.

 

Please follow and like us: