Garðafólk gleða seg til Býráðsvalið hesaferð, tí tá kunnu orðloysingarnir, sum sita nú skiftast út?

Garðafólkini í Klaksvík gleða seg sum til jólar, nú Býráðsval verður aftur tann 10. november í ár, so tey kunnu skifta orðloysingarnir, sum hava sitið við valdi í Klaksvíkar Kommunu út og fólk sum halda sítt orð koma framat og gera Garðavegin lidnan.

Í nógv harrans ár hevur verið lovað teimum, at nú skal Garðavegurin gerast liðugur og hvørt val hava politikkarnir lova, at tað fyrsta tey skulu í holt við, er at gera Garðavegin lidnan.

Garðafólk hava nú bíða í 8 ár ella meira enn tvey valskeið, at nú fór tað at blíva teirra tørn hesuferð, men enn er vegurin ræðuligur og hann gerst verri dag fyri dag, sjá filmsklipp herundir, eitt fyri fýra árum síðani og eitt tikið upp í gjár tann 28.08.2020.

Valið nærkast og tímaglasið hjá hesari samgonguni rennur út, men nú sæst ljós fyri framman hjá Garðafólkunum, tí klárar hetta Býraðið ikki at gera Garðavegin lidnan, áðrenn valið í november, so vita tey øll, sum sita í heitu skrivstovustólunum í N.P.Gøtu, at her verður ikki ein stemma við allan Garðavegin latin teimum í sitandi samgongu, sum ein við røttum kann kallað orðloysingar.

Men eg rokni við at teir fara í holt við vegin ein av fyrstu døgunum, tí tað skommina vilja tey ikki hava sitandi á sær, men spennandi verður og gera tey tað ikki, so vita Garðafólk at ein æltar at gera Garðavegin lidnan og hann plagar at siga, “AT SO VERÐUR TAÐ GJØRT”.

Símun á Høvdanum

Her eru tvey filmsklipp, eitt tikið upp fyri fýra árum síðani, beint áðrenn Býráðsvalið seinast og hitt í gjár tann 28.08.2020:

Og hitt filmsklippið er tikið upp tann 28.08.2020, góðar tveir mánaðar til Býráðsvalið verður í ár:

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author