Gamligarður handaður Kunningarstovuni

Jógvan Skorheim, borgarstjóri handaði í dag Elsu Poulsen, leiðara á Visit Norðoy gistingarhúsið í Svínoy – Gamlagarð – at umsita vegna kommununa.

Tað var ein ovurfegin borgarstjóri, sum í dag vitjaði í Svínoy, har Útoyggjastevna er á skránni leygardagin. Eyðun Jacobsen er nevndarlimur í Svínoyarnevnd Býráðsins og harumframt staðbundin maður hjá kommununi í oynni, og hann tók ímóti í Gamlagarði, har hond nú verður lagt á seinastu snøklarnar við innrætting og øðrum.

Byggiverkætlanin Gamligarður hevur vart í nógv ár, og seinastu tíðina er nógv lagt fyri at fáa húsið klárt til summarið og tað nógva ferðvinnuvirksemið, sum fylgir við hesi árstíðini. Í dag stendur bygningurin so at siga klárur at taka í nýtslu. Gamligarður er innrættaður við átta kømrum, stórum felagsrúmi og køki. Upp til fýra sovipláss eru á hvørjum kamari, og hvørt kamar hevur eisini egið wc og bað. Sostatt fáa upp til 32 fólk gist í Gamlagarði í senn, og hetta ger bygningin sera væl hóskandi til eitt nú starvsfólka-, bólka- og felags familjutúrar.

– Kenslan av endiliga at vera komin á mál við Gamlagarði er heilt einastandandi. Húsið stendur snøgt og væl í bygdini, og karmarnir eru av besta slag, og eg eri fullvísur í, at hetta er tilboð, sum nógv kunnu hava áhuga í. So hetta er eitt stórt framstig, ikki bara fyri ferðavinnuna í oynni, men fyri Norðoyggjar sum heild, tí hetta víðkar um møguleikarnar í bygdini og hækkar samstundis um støðið á tilboðum og tænastum í Norðoyggjum yvirhøvur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Vegna Klaksvíkar kommunu handaði hann í dag Elsu Poulsen, leiðara á Visit Norðoy Gamlagarð at umsita vegna kommununa. Kunningarstovan fer sostatt at umsita bíleggingar og tilboð í Gamlagarði, og verður hetta nú skipað í samráð við bygdafólkið í Svínoy. Umsitingaravtalan millum kommununa og Visit Norðoy er í fyrsta umfari galdandi í eina royndartíð uppá eitt ár, áðrenn skipanin verður eftirmett.

Í Svínoy eru fyrireikingarnar til Útoyggjastevnuna væl og virðiligar byrjaðar, og nýggjasta frambrotið í bygdini verður karmur um fleiri áhugaverd tiltøk á skránni. Fyrsta almenna tiltak í Gamlagarði yvirhøvur verður ókeypis morgunmatur kl.9, og síðan er aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum á skránni. Aðalfundurin byrjar leygarmorgunin kl. 10.30.

Her myndir frá handaðini, klikk her “Myndir Gamligarður handaður Kunningarstovuni”.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Please follow and like us:

20 thoughts on “Gamligarður handaður Kunningarstovuni

  1. Pingback: coin signals scam
  2. Pingback: dreadlock wig
  3. Pingback: 안전놀이터
  4. Pingback: replique rolex
  5. Pingback: movies123
  6. Pingback: 로켓툰
  7. I am curious to find out what blog system you happen to be working with?
    I’m experiencing some minor security issues with my latest site and I’d like to find something more risk-free.
    Do you have any suggestions?

  8. Pingback: 쿠쿠티비
  9. Pingback: valid dumps shop
  10. Pingback: viagra sale uk

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.