GAMLA SÝSLUSKRIVSTOVAN VERÐUR TIL BÚ- OG VIÐGERÐARSTOVN


Fyri tveimum árum síðan varð avtala gjørd millum Almannaráðið og Klaksvíkar býráð um, at býráðið, sum eigur gomlu Sýsluskrivstovuna á Jústabrekku 1, skuldi umvæla og tillaga bygningin, so Almannaverkið kundi leiga seg inn her við einum bú- og viðgerðarstovni her fyri ungum fólk í aldrinum 18 til 25 ár.

Arbeiðið er nú komið so væl áleiðis at móttøka verður fyri innbodnum mikudagin í komandi viku, verður væntað, at stovnurin, sum er nýggjur stovnur fyri ung fólk, letur upp fyrst í oktober.

Endamálið við stovninum er at styrkja og menna førleikarnar hjá ungum og at stuðla teimum í at fóta sær í vaksna lívinum. Í nýggja stovninum fara fólk við lættari menningartarni og samansettum trupulleikum at búgva.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og borgarstjórin, Karl H. Johansen fegnast um, at tað er eydnast at fáa bú- og viðgerðarstovnin framdan, og at hann letur upp í næstum.

Í sambandi við umbyggingarnar, hevur býráðið hildið seg til at varðveita uppruna útsjóndina oman móti Klaksvíksvegi. Tó eru onkrar smærri tillagingar gjørdar í túninum omanfyri – m.a. er ein lyfta gjørd leys av húsinum omanfyri.

Litsetingina av húsinum hevur Edward Fuglø, listamaður verið við til at áseta.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: