Gadus komin til Klaksvíkar

Klokkan var eitt sindur yvir sjey í morgun, tá ið Gadus rundaði Klakkin og sigldi sera spakuliga inn eftir vágni.
Gadus hevur roynt í russiskum sjógvi, teir fóru avstað tann 10. juni og byrjaðu at sigla heim tann 16. august.
Tað eru 32 mans við og skipari er John Fuglø.
Teir hava umleið 735 tons í flaki, nú teir leggja at á bryggjuni við N.F.C.S.
Vælkomin heim skipari og manning.
Sjá myndir herundir og filmsklipp til høgru ella klikk her, “Gadus leggur at bryggju”
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: