Gadus kom klokkan 10:00 í morgun fullfermdur

Klokkan var 10:00 í morgun tá ið Gadus legði at bryggju við NFCS. Ikki nógv fólk vóru á kajuni, nakrir bilar og tað var tað.

Jógvan á Lakjuni havnameistari tók ímóti endanum og so hildu allir mennirnir seg umborð, tí har sleppur ongin umborð, hetta skrivar ein av manningini á Facebook:

Har ein spyr hann, um teir sleppa í land og svarið var hetta: Ja, ongin trupuleiki, men vit landa bátin og gera hann kláran til komandi túr fyrst, tá vit so loksins eru farnir í land, fer hitt skifti umborð og avstað, tað sleppur ongin umborð meðan vit liggja við kei ❤️🙏

Gadus er fullfermdur, nakað yvir 740 tons. Teir fóru avstað 25. januar og hava teir fiska í norskum sjógvi.

Við eru 32 mans og skipari er John Fuglø.

Heimferðin hjá teimum hevur ikki verið nakað serligt, teir høvdu sera vánaligt veður teir fyrstu dagarnar, men so bleiv veðrið betri tá ið teir nærkaðist Føroyum. Teir fóru at sigla heim tann 23. mars, so tað tók teimum 6 dagar at koma heim.

Skipara og manning verður ynskt vælkomin heim.

SáH

Please follow and like us:

One thought on “Gadus kom klokkan 10:00 í morgun fullfermdur

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.