Gadus kom á Klaksvík klokkan 06.15 í morgun

Í aller fagrasta veðrið kom Gadus siglandi spakuliga inneftir vágni kl. 06.00 í morgun og legði at á vestaru bryggju.
Á sjálvum pápadegnum komu teir aftur og tað var gott tíðspunkt at koma aftur, har nógv børn vera glað at síggja pápa sín aftur.
Gadus hevur roynt í russiskum sjógvi og hava teir fult skip.
Teir fóru túr tann 19. mars og byrjaði at sigla heim tann 30. mai og í morgun eru teir so heima aftur.
Skiparin hendan túrin var Ólavur Biskopstø.
Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: