Gadus fór avstað klokkan 19:30 í kvøld

Tað vóru nógv fólk á kajuni tá ið Gadus fór nýggjan túr í kvøld.

Hetta verður væntandi seinasti túrurin hjá teimum við hesum Gadus, tí tá ið teir koma aftur um góðar 2½ mánaðaðir, tá verður Gadus seldur og tá verður væntandi tann nýggi Gadus klárur.

Gadus leggur enn einaferð leiðina í Barentshavið.

Við Gadus eru 32 mans og skipari hendan søguliga túrin er John Fuglø.

Vit ynskja skipara og manning ein skjótan og góðan túr.

SáH

Her filmsklipp og myndir, sjá herundir:


 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: