Gadus fór til fiskiskap tann 25. januar, so teir hava verið burtur í ein góðan mánað, nú teir hava góð 500 tons av flaki í lastini.
Fiskiskapurin hevur verið eitt sindur lakur sunnudagin og í gjár, teir hava havt sjask veður, men væntandi verður fiskiskapurin betur, tá ið veðrið batnar.
Teir royna norður av Hjelmsøy Bankan í norskum sjógvi.
Vit ynskja skipara og manning gott fiskarí her frá okkum øllum í Klaksvík.
SáH
Her grein, tá ið teir fóru avstað tann 25.01.2020, klikk her, “Gadus fór avstað klokkan 23:30 í gjárskvøldið”
Her myndir tá ið Gadus kom aftur tann 16.01.2020.
[Best_Wordpress_Gallery id=”56″ gal_title=”Myndir Gadus tann 16.01.2020″]
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: