Gadus farin at sigla heim við 707 tonsum

Gadus fór tíðliga í morgun at sigla heim, teir hava fiska í norskum og russiskum sjógvi og hava 707 tons av flaki.

Teir fóru av Klaksvík tann 19. november í 2018 og væntandi vera teir aftur á Klaksvík fríggjadagin.

Skipari hendan túrin er John Fuglø og við eru 32 mans.

Hetta skrivar Markus í Norðnástovu á sín Facebook vanga fyri løtu síðani:

“Leysir av kontrollinum og eru farnir at sigla heim við 707 tonsum av flaki, so nú verður 🍦 nr 7 etin við góðari samvitsku, vit verða ætlalandi á Klaksvík um miðdagsleitið fríggjadagin.
⛴⛴🇫🇴🇫🇴🐟🐟👍👍
Eg vil bara takka Harranum fyri góðan fong og varveislu á hesum baldruta túri til veður, og før tú Harri okkum trygt heim til okkara kæru, sum vit fóru frá tann 19 November í fjør ❤️
Seinast vil eg ynskja øllum á FB og øllum Føroya fólki, á sjógvi sum á landi ongin nevndur og ongin gloymdur, ein vælsignaðan mánadag og Harrans signing tykkum øll í ríkum máli av ❤️.”

Tykkum verður ynskt eina góða heimreisu.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author