Í morgun fór Gadus at sigla heima.  Teir fóru avstað tann 3. september og væntandi er hetta tann seinasti túrurin hjá teimum við hesum Gadus, nú tann nýggið Gadus kemur einaferð fyrst í 2023.

Fiskiskapurin hevur ikki verið serliga góður hendan túrin, teir hava 229 tons, men vónandi verður prísurin góðir, so teir vinna tað innaftur á tann hátt.

Við eru 32 mans og skipari er John Fuglø.

Teir vera væntandi í Klaksvík mánadagin ella týsdagin.

Vit ynskja skipara og manning eina skjóta og góða heimreisu.

SáH

Her filmsklipp og myndir tá ið teir fóru avstað tann 3. september, sjá niðast í greinini.

Gadus, mynd tann 18.11.2022 klokkan 08:01

Gadus fór avstað klokkan 19:30 í kvøld

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: