Gadus er farin at sigla heim við fullari last

Fyri løtu síðani frættist at Gadus er farin at sigla heim.

Teir hava fulla last og hava roynt í norskum sjógvi. Teir fóru avstað tann 25. januar og hava sostatt verið burturi í tveir mánaðir.

Skipari hendan túrin er John Fuglø og væntandi vera teir á Klaksvík fríggjadagin, um veðrið verður hampuligt.

News.fo og Norðoya Portalurin ynskja skipara og manning eina góða heimreisu.

SáH

Gadus, mynd tikin tann 24032020, myndatakari Markus í Norðnástovu

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author