Gadus er farin at sigla heim við fullari last

Gadus er farin at sigla heim við fullari last

Tað frættist fyri løtu síðani at Gadus er farin at sigla heim fullermdur, umleið 760 tons í lastini.

Teir hava roynt í russiskum sjógvi og fóru teir avstað tann 11. juni, sostatt gjørdist hett ein hampuliga stuttur túrur, sjá filmsklipp og myndir niðast í greinini.

Tað tekur teimum umleið 4-5 dagar at sigla heim, so væntandi vera teir í Klaksvík mánadagin tann 3. august.

Skiparin hendan túrin er John Fuglø og við eru 32 mans.

Vit ynskja skipara og manning ein skjóta og góða heimreisu.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: