Gadus er farin at sigla heim í gjárskvøldið

Tað frættist seint í gjárskvøldið, at Gadus er farin at sigla heim.

Hetta gjørdist ein skjótur túrur, teir fóru avstað tann 1. september og hava roynt við Svalbard.

Teir hava umleið 300 tons inni og tískil væl frá fullari last.

Sum frættist, so skal Gadus á bedning og nú fiskiskapurin ikki er so góðir fyri tíðina, bleiv avgjørt at sigla heim.

Væntandi verður Gadus á Klaksvík týsdagin ella mikudagin.

Skipari hendan túrin er John Fuglø.

Vit ynskja skipara og manning eina góða heimreisu.

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.