Gadus er farin at sigla heim fullfermdur

Tað frættist fyri løtu síðani at Gadus er farin at sigla heim og hava teir fult skip, 752 tons.

Teir fóru avstað 2. apríl og hava sostatt verið burtur í tveir mánaðar.

Væntandi vera teir í Klaksvík um 5 dagar, teir eru 1.020 fjórðingar heim frá Bjarnoynni júst nú.

Skipari hendan túrin er Ólavur Biskopstø og við eru 32 mans.

Vit ynskja skipara og manning eina góða heimreisu.

SáH

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author