Á tingfundinum mikudagin fari eg at seta Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein fyrispurning um smáu valstøðini.

Sambandsflokkurin hevur tvær ferðir í hesum árinum lagt uppskot fyri løgtingið um at broyta vallógina, soleiðis at valini kunnu gerast meira loynilig á smáplássunum.

Báðu ferðirnar hevur uppskotið fingið sera positiva umrøðu til 1. viðgerð, har tingfólk hava sagt seg vera samd í týdninginum av, at valstøð eru á smáu plássunum, og at valini samstundis eru loynilig. Men báðu ferðirnar (fyrru ferð tann 11. apríl og nú aftur tann 29. november) mælti meirilutin í rættarnevndini frá at taka undir við uppskotinum og heldur at heita á landsstýrið um at greina málið nærri.

Vit fara skjótt inn í seinasta hálvárið av hesum valskeiðnum, og tí fari eg at spyrja landsstýriskvinnuna, hvat landsstýrið hevur gjørt síðani tann 11. apríl (tá fyrra álitið varð skrivað), fyri at greina hetta málið nærri, og hvat kann roknast við, at landsstýrið fer at gera tað sum eftir er av valskeiðnum.

Um landsstýrið veruliga heldur, at hetta málið hevur stóran týdning, so eigur tað at verða avgreitt áðrenn komandi løgtingsval, soleiðis at veljarar á smáplássunum kunnu sleppa á val á sínum heimstaði, uttan at vera bangnir fyri, at onnur skulu vita, hvat tey velja.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author