FYRIREIKA SØLUTORG OG BÁTAFELAGSHÚS


Í síðstu viku varð bjóðað til fyrireikandi fund fyri teimum, sum hava áhuga fyri smásølu og sum ynskja at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum hava bátapláss í Klaksvik. Enn er endalig avgerð ikki tikin til, hvar staðsetingin av sølutorginum verður, men semja er um, at verkætlanin skal fremjast í hesari setuni.

Í fyrstu atløgu vóru tey bjóðað, sum hava sølu av vørum, ið eru framleiddar lokalt, so sum fisk, fugl, turt kjøt og annað. Ætlanin er at byggja á royndirnar hjá teimum, ið hava selt í smáu smáttunum hjá kommununi, og harvið geva teimum enn betri umstøður, soleiðis at hendan vinnan kann mennast enn meira.

Atli S. Justinussen, formaður í Havna og Vinnunevndini, sigur, at tað er stórur tørvur á at fáa eitt sølutorg í Klaksvík, har ætlanin somuleiðis er at gera eitt bátafelagshús, almenn WC og betra um umstøðurnar hjá bátaeigarunum.

– Peningur til fyrireikingar arbeiðið er avsettur í inniverandi árið, og ætlanin er at verkætlanin skal fremjast í hesari setuni. Tí heita vit á øll, sum sita inni við góðum hugskotum, um at koma og geva teirra íkasti til verkætlanina.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author